Fyri løtu síðani boðaði formaðurin í Nýtt Sjálvstýri frá, at flokkurin hevur tikið seg úr samgongusamráðingunum. Sostatt eru tað einans tríggir flokkar eftir við samráðingarborðið, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn.
Aksel V. Johannesen er samráðingarleiðari og hann hevur gott mót, hóast Nýtt Sjálvstýri hevur takkað fyri seg.
- Støðan er tann, at tríggir flokkar eru eftir og samgonguskjalið er komið so mikið langt, at eg vænti tað ber á mál.
Aksel V. Johannesen er tó harmur um, at Nýtt Sjálvstýri er farið úr samráðingunum, men metir at tað nokk skal ganga við eini 17-manna samgongu.
- Tað er harmiligt at Sjálvstýrisflokkurin ikki er við longur, tí ein samgonga við 19 tingmonnum er sterkari enn ein við 17. Eg eri tó ikki bangin fyri, at ein við 17 verður tikin til gísla av nøkrum, tí hetta eru tríggir flokkar, ið veruliga ynskja nakað. Men mær hevði dámað betri eina samgongu við 19, ið gevur breiðari stabilitet.
Samráðingar ganga sína gongd, og hóast tað er um reppið, at sjálvt samgonguskjalið er klárt, so vil samráðingarleiðarin einki siga um málsøkjabýtið.
- Tingbólkarnir møtast í morgin. Um samgonguskjalið er klárt í morgin, so verður tað viðgjørt og skal til góðkenningar í tingbólkunum tá. Sjálvt málsøkjabýtið er ov tíðliga at tosa um enn, tí vit skulu fyrst verða samd um eitt samgonguskjal.