36 ára gamli Aksel V. Johannesen er nýggjur landsstýrismaður í heilsumálum Eftir at John Johannesen takkaði nei til sessin sum landsstýrismaður í heilsumálum, hevur Aksel V. Johannesen úr Klaksvík tikið av.
Enn eru boðini ikki formlig, men Javnaðarflokkurin hevur fyri løtu síðani kunnað løgmann um, at Aksel er teirra val til sessin. Og vanliga eftirlíkar løgmaður ynskjunum frá flokkunum.
Aksel V. Johannesen er 36 ára gamal og útbúgvin løgfrøðingur.
Bæði sum spælari og seinni sum formaður í Sp/f KÍ hevur hann verið virkin innan fótbólt.
Hóast hann sum varðamaður á tingi er hampuliga óroyndur politiskt, so hevur hann politikkin í blóðinum. Aksel er nevnliga sonur Vilhelm Johannesen, sum í nógv ár var atkvøðuslúkur hjá Javnaðarflokkinum í Norðoyggjum










