Aksel V. Johannesen

Hevur tú álit á løgmanni, eftir at hann ikki hevur givið rættar upplýsingar um partafeløg, hann hevur varðað av?
Tað, at eitt partafelag fer á heysin kann henda fyri øll. Men um tað er rætt, at løgmaður hevur sagt ósatt, so hevur mítt álit á hann fingið eitt knekk, og tað er sera álvarsamt fyri løgmansembætið.

Eigur løgmaður alment at greiða frá rætta samanhanginum – dokumenterað tað, sum hann sigur?

Ja, um løgmaður hevur sagt, at feløg sum hann hevur varðað av ikki hava páført nøkrum tap, so eigur hann at dokumenterað tað, sum hann sigur.

Nú tað er prógvað, at felag hjá løgmanni hevur pádrigið landinum og øðrum tap, eigur tað at fáa avleiðingar?

Sum sagt er tað serstakliga óheppið um løgmaður hevur sagt ósatt, og tað ávirkar álitið á hann í politisku skipanini og millum manna, men vit hava ikki viðgjørt tað í andstøðuni ella flokkinum, og tí kann eg ikki siga meira fyrr enn vit hava viðgjørt málið.