Tað verður á einum serligumn stað, ríkisfundurin millum grønlendska landsstýrisformannin, løgmann og danska forsætisráðharran verður hildin hesaferð.
Danski forsætisráðharrinb er vertur hesaaferð og hann hevur valt, at fundurin skal haldast á Christiansø í døgunum 13. og 14. juni. Hetta er dagin fyri, at stóri fólkafundurin byrjar á Bornholm.
Kim Kielsen og Aksel V. Johannesen hitta vanliga dnaska forssætisráðharran ein alla tvær ferðir um árið. Hesaferð verður fundurin altso hildin á Christiansø.
Oyggin liggur í landnyrðing úr Bornholm .Bert um 100 fólk búgva har og flestu teirra eru í starvi hjá danska militeriinum. Danska verjumálaráðið eigur oynna.