Aksel streyk í finaluna

Badmintonspælararnir hava fingið besta úrslitið nakrantíð í einstaklingakappingini. Aksel Poulsen kom í finaluna eftir teir mongu dystirnar týsdagin, og Ragnar Rasmussen hevur vunnið bronsu. Fríggjadagin skal Aksel spæla um gullið

Lerwick: Føroyar hava nógvar góðar badmintonspælarar í løtuni, og tað sæst eisini aftur á Oyggjaleikunum.
Týsdagin var kappingin í einmansleiki, og her gekk væl hjá føroysku monnunum.
Bæði Ragnar Rasmussen og Aksel Poulsen komu í hálvfinalurnar, og har spældu teir báðir spennandi dystir.
Ragnar Rasmussen spældi ímóti tí væl upplagda grønlendska spælaranum, Bror Madsen, og føroyski spælarin var við undirlutan. Bror Madsen vann 15-6 og 15-7. Longu í 1/8 finaluni royndi Bjartur Lamhauge seg ímóti Bror Madsen, og hann noyddist eisini at lúta.

Aksel gjørdi bart
Í hinari hálvfinaluni hittust Aksel Poulsen og Ben Martin av Guernsey, og her eydnaðist tað Aksel at vinna dystin 2-0. Settini endaðu 15-14 og 15-9.
Ben Martin hevði fyrr í kappingini sent Erland Poulsen, beiggja Aksel, úr kappingini, men Aksel fekk hevnt tapið í hálvfinaluni.
Fríggjadagin spæla Aksel Poulsen og Bror Madsen í finaluni, og tá verður spennandi at vita, um Aksel kann fara allan vegin og vinna fyrsta føroyska gullið í einmansleiki í badminton á Oyggjaleikum.
Longu nú er tað greitt, at føroyska úrslitið í einmansleikinum er tað besta nakrantíð. Ein bronsa er tryggjað, og Aksel Poulsen vinnur antin gull ella silvur.
Meðan bíðað verður eftir finaluni, kunnu Aksel og hinir føroysku badmintonsspælararnir stytta sær um stundir við tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki.