Eg tosaði við konuna og arbeiðsgevaran, og tá alt var í lagi har, tók eg av tilboðnum, sigur Aksel V. Johannesen, sum nú verður landsstýrismaður Tað tók ikki langa tíð hjá Javnaðarflokkinum at fremja næsta valið, eftir at John Johannesen hevði takkað nei til landsstýrissessin.
Bara góðan tíma eftir hetta, stóð nevnliga greitt, at valið fall á Aksel V. Johannesen ? og at hesin hevði sagt ja-takk.
- Eg visti sjálvandi av, at tað var ein ávísur møguleiki fyri, at sessurin stóð mær í boði, so sjálvur hevði eg sjálvandi gjørt mær mínar tankar um, hvat eg skuldi svara. Mann kann jú ikki vænta, at ein slíkur møguleiki kemur fleiri ferðir.
- So tá flokkurin spurdi meg, tók tað ikki nógvar minuttir at siga ja. Eg tosaði við konuna og við arbeiðsgevaran, og so segði eg ja, sigur Aksel V. Johannesen, sum nú situr á floksleiðslufundi við Javnaðarflokkin.
Og hvørjar tankar hevur tú so gjørt tær um nýggja starvið, sum jú av álvara setir teg fram í almenna ljósið?
- Tað er kanska býtt av mær at siga so nógv um akkurát tað her og nú. Men tað er ein stór avbjóðing, og fyrst og fremst fari eg at seta meg væl inn í málsøkið, sum eg nú skal umsita, sigur Aksel V. Johannesen.