Aksel Sandemose var føddur í Nykøbing Mors. Sum ungur fór hann út í víðu verð at sigla og arbeiddi t.d. eitt tíðarskeið sum skóghøggari í Nýfundlandi. Umleið 1930 flutti hann til Norra at búgva. Hann skrivaði nógvar kendar skaldsøgur. Drívmegin í skrivingini var ein tráan eftir at finna eitt sálarfrøðiligt mynstur aftanfyri skilaleysu gerðirnar hjá menniskjanum.