Aksel V. Johannesen váttar fyri in.fo, at hann um lítla løtu fer á fund við Kaj Leo Holm Johannesen. Hann váttar eisini, at samráðingarrætturin verður høvuðsevni á fundinum.
- Vit fara fyrst og fremst at tosa um, hvussu tað formella runt um samráðingarrættin hongur saman, sigur Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins.
Hann førdi fram í formansumfarinum í gjárkvøldið, at hann helt boðskapin frá veljarunum vera greiðan, at veljarin ynskir eina nýggja stjórn.
- Eg fari tí at siga tað sama við løgmann nú, at eg haldi andstøðan skal fáa møguleikan at samráðast fyrst, áðrenn byrjað verður við samráðingum millum aðrar partar, sigur Aksel V. Johannesen.
Sum skilst, fara nýggju tingmanningarnar hjá Javnaðarflokkinum, Tjóðveldisflokkinum, Framsókn og Nýggja Sjálvstýrinum á fund klokkan 20.00 at tosa um møguleikarnar at skipa samgongu.










