Væl upplagdir politikarar kappaðust í kvøld í spurnarkapping í sendingini Hvonn Live, sum Rás2 sendir beinleiðis av Hvonn.
Politikararnir dugdu væl at svara spurningunum um politikk, ítrótt og tónleik, og at enda vóru tað Aksel Johannesen og Jacob Vestergaard, sum vunnu kappingina.
Hinir politikararnir, sum vóru við í Hvonn Live, vóru Kaj Leo Johannesen, Høgni Hoydal, Jenis av Rana, Kári á Rógvi og Janus Rein. Harafturat luttók politiski viðmerkjarin Eirikur Lindenskov.
Politikararnir vóru samdir um, at nú byrjar valstríðið til løgtingsvalið av álvara. Fleiri av flokkunum hava verið nógv upptiknir av at gera uppstillingarlistar og valskráir, men nú verður enn meira orka løgd í at føra veruligt valstríð í miðlum og millum fólk.