Hóast grønlendingarnir, Frederik Kjærholm Elsner og Mininnguaq Kleist, vóru væl við í byrjanini í fyrsta setti, høvdu teir í veruleikanum ikki ein livandi kjans í finaluni ímóti Aksel Poulsen og Bjarti Lamhauge, sum eftir ta fyrstu leitandi løtuna fullkomuliga settu seg á finaluna.
– Í tvímansleikinum hjá monnum vóru vit ein klassa betri, og eg haldi, at Aksel og Bjartur spældu upp til sítt besta. Kanska serliga Bjartur spældi væl, so hann mundi vera serliga uppsettur til dystin, helt annar av venjarunum, Tobias Effersøe, eftir dystin, sum Aksel og Bjartur vunnu 2-0.
Teir høvdu grønlendingarnar hangandi í sær ta fyrstu løtuna, men settu so ferð á spælið, og eftir at fyrsta sett endaði 21-16, gjørdist tað uppaftur meira sannførandi, tá teir í øðrum setti vunnu 21-11 og harvið eisini gullið.
– Hetta var heilt fantastiskt. Hetta ætlaðu vit okkum í 2005, men fingu tað ikki, og eg hevði ikki fingið frið í hjartað, um tað ikki eydnaðist nú. Vit vóru so klárir, sum vit kundu verða tað, segði Bjartur Lamhauge, sum saman við Aksel mannaði nógv tað besta parið í tvímansleiki á Oyggjaleikunum.
Bind fyri eyguni
Í løtum sá tað so leikandi lætt út, at tú næstan kundi trúð, at teir kundu spælt og vunnið við bindi fyri eyguni. Bjartur viðurkennir eisini, at tað er nakað heilt serligt at spæla saman við Aksel: – Vit kenna hvønnannan út og inn á vøllinum, men um vit spæla saman við onkrum øðrum undir venjing, er einki skil á. Vit passa øgiliga væl saman, segði Bjartur.
Aksel tekur undir við tí, men leggur eisini dent á, at alt badmintonliðið eigur avrikið og at talan er um eina stóra framgongd.
– Hetta er ótrúliga deiligt, og hesum havi eg longst eftir. At tað hevur gingist so væl hjá føroyskum badminton í Álandi, man vera, tí vit hava brotið ísin. Hetta liðið er øgiliga gott, og tey flestu av okkum eru ung enn, og nú er tað okkara tíð. Nú eru tað vit, sum skulu vinna, segði Aksel Poulsen, sum í tvímansleikinum reistist aftur, eftir at hann fyrr um morgunin var útsligin í einmansleiki.
Tá tapti hann 0-2 fyri Bror Madsen úr Grønlandi, ið vann settini 21-18 og 21-19. Í báðum settum kom Aksel væl afturíaftur, men rakk bara akkurát ikki allan vegin. – Ja, tað var eitt keðiligt tap. Serliga tá eg síðani sá, hvussu lætt tað var hjá Elsner at vinna finaluna ímóti Bror, staðfesti Aksel, ið sostatt fekk eitt gull- og eitt bronsumerki leygarmorgunin.
MYNDATEKSTUR:
Aksel Poulsen og Bjartur Lamhauge vóru nógv tað besta parið í tvímansleiki á Oyggjaleikunum, og í løtum spældu teir so væl saman, at teir næstan kundu gjørt tað við bindi fyri eyguni
Mynd: Álvur Haraldsen