Kanska er hann komin sær í ringan politiskan vertskap ella hevur persónligi drátturin um val til parlamentið bara roytt staðsetingina av nýggja stovninum í Klaksvík burtur frá substansinum í málinum, sum er ein grundleggjandi trygdarskipan á heilsuøkinum. Hendan skal sjálvandi fíggjast, annars stendur alt í hálvum gekki og meiri enn tað. Aksel veit betri enn nakar, at heilsutrygdin – øll skipanin, sum sjúkrakassarnir hava røkt so fyrimyndarliga – hongur í leysum lofti, mest av øllum tí, at politiska fyrireikingararbeiðið hjá landsstýrismanninum og landsstýrinum ikki var gjørt til lítar fyri framløguna á tingi.
Lat meg staðfesta einaferð enn, at tað finst ongin fígging til heilsutrygdina eftir 31. desember 2011. Verandi fígging er tá burtur sambært lógini, og ongin ætlan er um, hvør fígging avloysir verandi gjøld til skipanina. Ikki annað enn, at heilsutrygdin eftir tað er givin upp til skutils í partapolitiskum telvingum um diverse fíggjarlógir, har alt lagar seg, alt eftir hvør ið hevur teir politiskt sterkastu yvirarmarnar.
Oddviti løgtingsins í almanna- og heilsumálum, fólkafloksmaðurin Jákup Mikkelsen, gjørdi púra greitt undir aðru viðgerð av málinum, og hetta er skrivað neyvt av eftir røðu hansara: ”Fólkaflokkurin hevur ta áskoðan, at táið hetta gjaldið fellur burtur, so skal tað virka sum ein skattalætti fyri øll tey, sum hava goldið hetta inn, og tá fara tey, sum hava lægst inntøku, at fáa tann størsta skattalættan, og tí meina vit, at hesar 104 milliónirnar skulu ikki takast inn sum ein meirskattur, men tær skulu finnast í reellum sparingum…”
Eina greiðari ábending – ella rættari staðfesting - um, at málið als ikki var heilstoypt, áðrenn tað varð lagt fyri tingið, fært tú ikki. Jákup Mikkelsen staðfestir í hesum brotinum, at tað finst ongin fígging til heilsutrygdina onnur enn hon, sum heilsumálaráðharrin ár fyri ár megnar at stríða seg fram til í ókomnum fíggjarlógargerðum. Fyri Fólkaflokkin snýr málið seg ikki um heilsutrygd, men um ein skattalætta á 104 milliónir krónur, eitt tal, ið samsvarar við inngjaldið í ávikavíst 2010 og 2011. Harvið er Aksel krøktur í asosiala og neoliberala sirkusinum hjá Fólkaflokkinum, og hesum agnhaldinum sleppur hann ikki av aftur, fyrrenn hann velur sær aðrar samstarvspartnarar á politiska leikpallinum. Læran frá valskeiðnum 2004-2008 er somikið fesk, at Aksel átti av øllum at vita, hvat ið hendir, táið Javnaðarflokkurin melur vektleysur, loystur frá hugsjónaðarliga tyngdarmáttinum, í politisku sentrifuguni hjá Óla Breckmann.
Nýggja skipanin er ikki samhaldsføst. Tað veit hvør ísakaldur fascistur og hetta veit ongin betur enn sosialdemokraturin Aksel Vilhelmsson. Nakrir batar eru í útgjaldinum, men at rópa nevskatt, proportinalan skatt, fyri eina solidariska skipan, er greið ábending um, at Aksel longu hevur ligið ov leingi í politiska respiratorinum hjá Fólkaflokkinum. Hetta er annars fyrsta ferðin í nýggjari tíð, at løgtingið lógásetir proportionalan skatt umvegis TAKS, og merkisvert er tað, at ein javnaðarmaður ta ferðina skuldi vera í broddi fylkingar sum ábyrgdarhavari. Annars váttaði landsstýrismaðurin undir viðgerðini, at hann tók undir við uppskotinum hjá Tjóðveldinum, um at leggja inngjaldið í progressiva skattastigan hjá landinum, undanførslan var tó, at sátt var gjørd í landsstýrinum, m.a. við Fólkaflokkin, og sambært henni skuldi inngjaldið vera proportionalt fram til 31. desember 2011 og eftir tað er ongin inngjaldsskipan galdandi. Tvs., eftir at hetta valskeiðið er runnið.
At leggja alla ábyrgd frá sær viðvíkjandi fíggingini, eftir at tvey ár eru umliðin, sømir seg lítið einum landsstýrismanni. Nú argumentini víkja, sigur hann seg onki hava við fíggingina av heilsutrygdini at gera, tað er eitt mál sum fíggjarmálaráðið má taka sær av. Altso, landsstýrismaðurin, sum broytir eina av mest grundleggjandi skipanum samfelagsins, ið kostar góðar hundrað milliónir krónur at reka, hevur ikki skipað soleiðis fyri, at nøkur fígging finst til skipanina, eftir at álagdi nevskatturin foykist burtur sambært lógini pr. 31. desember 2011. Gáttin millum hesi bæði ráðini mátti nú ikki verið hægri enn so, at formaður Javnaðarfloksins í Alberts Hall og krúnprinsurin í sjúkrahúsblokkinum, í sama flokki, ikki kundu tikið saman hendur, og fingið skil á fíggingarspurninginum í heilsutrygdarmálinum, áðrenn málið varð lagt fyri Føroya løgting og samtykt sum eitt illa paðað krov.
At Aksel Vilhelmsson krøkir yvirskipaða tjóðskaparspurning føroyinga – málið um ríksisveiting og føroysku republikkina - upp í heilsutrygdarmálið sigur alt um hvussu illa sperdur hann er í málinum, og at brynja seg við tvætliretorikkinum hjá Mariusi Dam í hesum álvarsmáli er tekin um fullkomna avmakt. At hann hartil roynir at verja seg við neoliberalari skuggaboksing, vælvandur í politisku gummiselluni hjá Fólkaflokkinum í eitt hálvt ár, ger ikki støðu hansara betri.
Nú ein dagin harpuneraði ein veiðimaður í Isortoq í Grønlandi ein monodon monoceros – ein náhval – sum granskarar halda hevði verið ringur av tannapínu. Alt bendir á, at Aksel Vilhelmsson er illa álopin av politiskari tannapínu í málinum um heilsutrygdina. Táið hann leggur okkum báðar Høgna undir at gykla og villeiða stendur tað í grellari andsøgn til tað, sum vit hava dokumenterað í málinum, og í mun til tað sum stendur skjalafast - fyri ikki at siga naglafast – í almennu dokumentunum, sum landsstýrismaðurin Aksel sjálvur hevur virkað til, borið tinginum og fingið samtykt av einum stórum meiriluta.
Aksel, tú veitst hvar hjálpin er at finna, táið hetta málið skal albøtast. Gott nýggjár annars og takk fyri jólakortið.