Aksel nýggjur formaður

Tað er nú endaliga greitt, at Aksel V. Johannesen er nýggjur formaður í Javnaðarflokkinum Hann tryggjaði sær stóran meiriluta av atkvøðunum, sum akkurát eru taldar

Tilsamans høvdu tey bæði valevnini sostatt 143 atkvøður at býta sínamillum og tá ið avtornaði, hevði Aksel fingið 102 atkvøður og Heðin Mortensen fekk 41 atkvøður.

Á eykalandsfundinum, høvdu Norðyggjar 20 atkvøður, Eysturoyggin hevði 25 atkvøður, Norðstreymy 8, Suðurstreymoy 35, Vágar høvdu 12 atkvøður, Sandoy 8, Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag hevði 23 atkvøður og Suðuroyar Syðra Javnaðarfelag hevði 12 atkvøður.