Nú ætlanin tykist at vera miseydnað, og pástandirnir afturvístir, er Aksel Johannesen farin í blekkhúsið, í royndini at verja ágangin frá KVF ímóti føroysku fiskivinnuni og undirritaða.
1: Løgtingið samtykt sølu av veiðiloyvum Handil við veiðiloyvum hevur verið vanligur, eisini áðrenn lógin um vinnuligan fiskiskap kom í gildi í 1994, og hetta hevur hildið áfram síðan.
Mál hava verið roynd í rættarskipanini. Í Føroya Banka málinum varð staðfest, at tá siðvenjan var, at veiðiloyvið fylgir við til nýggjan eigara av skipi í fríari sølu, er tað ikki sakligt at taka aftur veiðiloyvið við eigaraskifti, sum fór fram við tvingsilssølu.
Við lógarbroytingini í 1998, løgtingsmál nr. 3/1998, varð grein 8 í lógini broytt grundleggjandi, m.a. fyri at gera handlar av veiðiloyvum lættari (serliga grein 8, stk. 2). Hetta, saman við broytingunum í greinunum 14 og 15, gjørdi, at umsetiligheitin endaliga var staðfest í lógini.
2-3: Vinnunevndin og Løgtingið samd um umsetiligheit Við at lesa álitið frá Vinnunevndini í løgtingsmáli nr. 3/1998 sæst, at ein samd Vinnunevnd, eisini umboðið hjá Javnaðarfl., tók undir við broytingunum.
Ósemjan í Vinnunevndini snúði seg um ásetingina av fiskidøgum fyri fiskiárið 1998/99, grein 1, nr. 24, umframt umseting av fiskidøgum millum undirbólkarnar 3 og 4B og onki annað.
Hetta kemur eisini týðuliga til sjóndar við atkvøðugreiðsluni við 2. viðgerð:
“3/1998 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
Broytingaruppskot frá samdari Vinnunevnd til § 1, nr. 17 (§ 14, stk. 1 og 2) og nr. 18 (§ 15) samtykt 26-0-0. § 1, nr. 17 og nr. 18 soleiðis broytt samtykt uttan atkvøðugreiðslu.
Broytingaruppskot frá meirilutanum í Vinnunevndini til §1, nr. 24 (§ 29, stk. 1) samtykt 16-0-10. Broytingaruppskot frá minnilutanum í Vinnunevndini til § 1, nr. 24 (§ 29, stk. 1) burturdottið. Uppskot landsstýrisins soleiðis broytt samtykt 16-10-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.”
Hetta vísir eisini, at Løgtingið var samt um umsetiligheitina, greinarnar 8, 14 og 15.
4: Makrelbýtið kann broytast: Eg kann broyta makrelbýtið, men fyri at hetta skal kunna gerast, skulu saklig, lóglig og viðkomandi atlit leggjast til grund. Tað, at ein vinnurekandi ger avtalu um, at ein annar fiskar kvotuna, er ikki grundarlag nokk til, at hesin ikki skal fáa kvotu árið eftir. Tað átti Aksel Johannesen at vita.
5: Øll skulu rinda skatt: Sjálvsagt skulu øll rinda skatt. Eg fari ongantíð at verja nakran, sum ikki vil rinda skatt. Eg segði onki um, at feløg ikki skulu rinda skatt.
Eg eri ikki fyri, at útlendingar skulu eiga í feløgum, sum hava rætt til at gagnnýta fiskiríkidømið.
Eg vardi fyritøkuna í Klaksvík, tí eg helt, at viðgerðin í KVF av fyritøkuni ikki var røtt.
6: Landsstýrismaðurin framdi makrelbýtið: Eg framdi makrelbýtið í 2012. Yvirskipaðu meginreglurnar vórðu viðgjørdar í politiska fylgibólkinum. Tað kunnu limirnir í bólkinum váttað.
Eg hevði ikki dokumenterað tað, sum eg gjørdi í 2012 nóg væl. Tí hevði Umboðsmaðurin torført við at síggja, hvørji saklig, lóglig og viðkomandi atlit lógu til grund fyri býtinum. Hesin feilur var rættaður árið eftir, tá makrelbýtið fyri 2013 fór fram.
Makrelbýtið í 2012 bygdi á saklig, lóglig og viðkomandi atlit.
Umboðsmaðurin segði, at tað var ólógligt, tá Fiskimálaráðið í 2012 flutti veiðiloyvir til línufiskiskap á skip, sum høvdu verið ídnaðarskip. Hetta varð eisini rættað í samb. við makrelfiskiskapin í 2013.
Eg fari ikki at taka dagar ímillum, hvør hevur rætt, umsitingin í Fiskimálaráðnum ella Umboðsmaðurin, men vit taka niðurstøðuna hjá Umboðsmanninum til eftirtektar.
Uppáhaldið hjá KVF um, at línuskip ikki kunnu fiska makrel, var eisini skeivt. Tað vístu upptøkurnar, sum Eyðstein Poulsen hevði gjørt umborð á Ågot í 2012.
Aksel Johannesen kundi hóskandi greitt lesaranum frá, hvussu makrelbýtið í 2011 fór fram, tá hann var mitt í rokinum, og hevði tann heiður at skipa fyri virkseminum hjá Lafayette, sum keypti og tók ímóti makreli og sild í føroyskum sjógvi.
7-8: Fiskivinnan gagnar øllum samfelagnum: Aksel Johannesen gevur fólki ta fatan, at tey vinnurekandi í fiskivinnuni onki annað gera enn at selja/keypa fiskirættindir, men so er ikki. Nærum øll rættindini verða gagnnýtt av teimum, sum fáa atgongd til kvoturnar.
Vit eru vælsignað við stórum fiskiríkidømi. Stóð tað til Aksel Johannesen og Javnaðarfl., høvdu vit ikki “makrelríkidømi” sum grundarlag undir okkara búskapi.
Tá vit í 2010 fóru undir at vinna tjóðini størri rættindir, stríddist Javnaðarfl. ímóti av øllum alvi. Tann søgan kann bíða til eina aðru ferð.
Lesarin kann sjálvur ímynda sær, hvussu støðan hevði verið í m.a. Heilsuverkinum, um vit ikki høvdu vunnið okkum rættindir til “makrelríkidømið”.
Samanberingin við politisku teoriina “trickle down” er heilt burturvið.
Málið hjá okkum er, at øll skulu fáa ágóðan av tí ríkidømi, sum tjóðin eigur. Tí fegnast vit um tey arbeiðspláss og tann framburð, sum er skaptur í fiskivinnuni kring alt landið. Vinningurin, pengarnir, arbeiða í vinnuni og skapa vøkstur, og harvið vælferð til okkum øll.
Alt hetta sæst aftur í teimum lyklatølum, sum eyðkenna ein sunnan búskap.
Vit handla rætt til frama fyri flest, og taka ábyrgd av tí vit gera. Aksel Johannesen er tíverri farin upp í kórið hjá teimum, sum seinastu vikurnar hava sátt iva um arbeiðið, hugburðin og ætlanirnar hjá teimum, sum arbeiða í fiskivinnuni.
Jacob Vestergaard landsstýrismaður