Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna sita í fremstu røð saman við Mette Frederiksen, forsætisráðfrú Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Aksel hitti Zelenskyj í morgun

Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur í morgun tosað við ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj

 

Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna sita í fremstu røð saman við Mette Frederiksen, forsætisráðfrú Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Í morgun hevur ukranski forsetin, Volodymyr Zelenskyj vitjað í Fólkatinginum, har hann hevur hildið røðu í Landstingssalinum. Millum gestirnir var eisini Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna. 

– Eg havi júst heilsað upp á hann og tosað við hann, sigur Aksel V. Johannesen í stuttari viðmerking av Christiansborg.

Nú klokkan 10 skal løgmaður til døgurða hjá drotningini saman við Volodymyr Zelenskyj, og har fær hann eisini høvi at tosa nærri við hann, tí tey eru bara 15 fólk til døgurðan, sum verður í hølunum hjá drotningini á Christiansborg.

##med2##

 

Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna sita í fremstu røð saman við Mette Frederiksen, forsætisráðfrú Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, á veg upp trappurnar í Fólkatinginum í morgun Claus Bech/Ritzau Scanpix