Aksel V. Johannesen eftir fundin við løgtingsformannin á middegi. Myndir: Álvur Haraldsen

Aksel hevur biðið um longri freist

Samgongan er ikki reiðiliga í pottinum enn. Tá freistin hjá Aksel V. Johannesen á middegi var úti, fekk hann longda freist frá løgtingsformanninum

Aksel V. Johannesen eftir fundin við løgtingsformannin á middegi. Myndir: Álvur Haraldsen

Enn er ikki full semja millum samráðingarfólkini úr Javnaðarflokkinum, Tjóðveldinum og Framsókn um, hvussu málsøkini skulu býtast í nýggja landsstýrinum.

 

Tí bað Aksel V. Johannesen, samráðingarleiðari, løgtingsfomannin um longda freist. Freistin gekk út á middegi í dag. Og hann hevur fingið longda freist til og við tingfundin hósdagin klokkan 10. Harvið hevur Jógvan á Lakjuni hava sína seinastu uppgávu sum løgtingsformaður og sum politikari yvirhøvur. Hann stillaði ikki upp til løgtingsvalið, og tá nýggja Løgtingið er góðkent hósdagin og nýggjur løgtingsformaður ella forkvinna vald, so er Jógvan á Lakjuni fyrrverandi politikari.

 

Aksel V. Johannesen sigur, at tey eru komin so mikið lagt, at tað er stórur møguleiki fyri, at tey koma á mál. Hann fær ikki verið serliga ítøkiligur, men sigur, at tað er so ringt at siga nakað, tá alt ikki er liðugt.

 

Hann væntar, at tey fáa greiður á málsøkjabýtinum seinnapartin, so skulu tey hava tal á landsstýrisfólki, og so skulu flokkarnir seta navn á síni landsstýrisfólk. Hann vísir á, at tá skulu floksleiðslur og onnur uppí, so tað mugu vera stundir til tað eisini, sigur hann.

 

Hann væntar, at samgonguskjalið kann undirskrivast í morgin, og at alt er komið upp á pláss til til tingfundin hósdagin klokkan 10.

 

##med2##

 

Aksel V. Johannesen eftir fundin við løgtingsformannin á middegi. Myndir: Álvur Haraldsen