Aksel V. Johannesen heldur lítið um ætlanirnar hjá Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharra, um tilfeingisgjøld.
Aksel og andstøðan dáma væl leistin, sum tilfeingisgjøldini eru skrúvað saman uppá, men har eru fleiri ting at seta fingrarnar á, halda tey. Serliga í samandi við flotan í Barentshavinum og ikki minst uppisjóvarvinnuna.
Formaðurin í javnaðarflokkinum, Aksel V. Johannesen, eftirlýsir eitt størri forarbeiði og heldur, at fleiri partar eiga at vera við í arbeiðnum.
Á middegi í dag var Aksel V. Johannesen í tíðindunum á FM1, har hann greiddi frá. Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini.