Aksel gleðir seg til at hitta suðuroyingar

Landsstýrismaðurin í Suðuroy hevur onki ímóti, at verða møttur av kravgongu, tá ið hann kemur til Suðuroyar í morgin at tosa um læknaligu støðuna í oynni

- Tað er fínt, at suðuroyingar vilja hitta meg og eg havi onki ímóti at fáa eitt prát við teir.

Tað nervar aldeilis ikki Aksel V. Johannesen, landsstýrismann í heilsumálum, at hann fer at verða móttikin við kravgongu, tá ið hann fer til Suðuroyar í morgin at viðgera læknaligu støðuna í oynni.

Hann skal til Suðuroyar í morgin at tosa um støðuna á Suðuroyar Sjúkrahúsi og um kommumulæknaskipanina í oynni.

Somuleiðis hava borgarstjórarnir í oynni biðið um fund við landsstýrismannin og tað umbønini ætlar hann at eftirlíkað, so tað verður eisini fundur við teir.


Vælkomin at mótmæla

Í sambandi við suðuroyarferðina er boðað frá kravgongu ímóti landsstýrismanninum fyri at fáa hann at ganga nøkrum ynskjum á møti.

- Tað havi eg onki ímóti. Tað eru suðuroyingar vælkomnir til. Eg eri fegin um, at suðuroyingar vilja hitta meg og eg vil eisini fegin tosa við teir, sigur landsstýrismaðurin.

Hann sigur, at hann fer at fortelja kravgongufólkunum og suðuroyingum sum heild, at hann tekur læknaligu støðuna í Suðuroy í størsta álvara og hann fer at fortelja teimum, hvørjar ætlaninir, hann hevur á økinum.

- Eg fari at fortelja suðuroyingum, at tað er avgjørt ongin sum helst ætlan um at niðurlagað Suðuroyar Sjúkrahús, heldur tvørtur ímóti.


Tryggja læknar í Suðuroy

Aksel V. Johannesen sigur, at á fundunum í morgin fer hann at tosa við kommunulæknarnar, læknarnar á sjúkahúsinum og borgarstjórarnar um, hvussu tað ber til at tryggja, at læknar støðast í Suðuroy, bæði læknar á sjúkrahúsinum og kommunulæknar.

- Tað er høvuðsendamálið við ferðini.

Læknarnir í Suðuroy hava áður sagt fyri Sosialinum, at teir meta, at heilsuverkið í oynni skal hava eina meirjáttan upp á 4,5-5 milliónir afturat til narkosulækna og yngri læknar, tí tað er hetta sum skal til fyri at lætta vaktarbyrðuna hjá kommunulæknunum og bøta um arbeiðsumstøðurnar hjá serlæknunum.

Aksel V. Johannesen heldur, at kanska ber tað til at gera tað bíligari, tí hann er ikki sannførdur um, at tað er grundarlag fyri at seta narkosulalækna í fult starv í Suðuroy.

- Tað ber til at fáa atgongd til narkosulækna á annan hátt, sigur hann. Í hesum sambandi hevur hann áður sagt, at ætlanin er at seta ein narkosulækna, sum skal hava skyldu at arbeiða á øllum trimum sjúkrahúsunum eftir tørvi.

Sum er hevur landsstýrismaðurin 600.000 krónur til endamálið og hann væntar, at tað verður tórført at tosa um nakra eykajáttan í ár.

- Vit hava lagt eina fíggjarlóg og vit hava fingið greið boð um, at eykajáttanir koma ikki upp á tal.

- Men eg havi ikki læst meg fastan á nakra ávísa loysn. Eg fari á fund við opnum sinni at tosa um, hvørjir møguleikar eru og so taka vit tað haðani frá.

Les eisini greinina: Suðuroyingar gera seg út

til friðarliga kravgongu