Eftir honum, vístu 19,5 prosent av teimum spurdu á Bárð á Steig Nielsen sum løgmann, sum er ein framgongd upp á tvey prosentstig síðani spurnakanningina fyri einum mánaði síðani.
Felags fyri formenninir í hinum stóru stóru flokkunum er, at teir missa undirtøku. Fyri Fólkaflokkin fær Jørgen Niclasen eina undirtøku upp á 15,2 prosent, sum er eitt vet minni enn seinast, meðan einans 9,1 prosent ynskja Høgna Hoydal sum løgmansevni – ið somuleiðis er ein afturgongd upp á 1,5 prosent seinasta mánaðin.
Sambært portalinum, svaraður 500 fólk veljarakanningini sunnudagin, harav 15,7 prosent ikki søgdu seg vita hvønn tey ynsktu sum løgmann, umframt at ikki færri enn 17,7 prosent ynsktu onkran annan, enn ein av verandi floksformonnum.
Óvissan av kanningini liggur millum 0,9 og 4,1 prosentstig.