Aksel dámdi væl Cliff Richard

(SF 2016 - ljóðsamrøða frá Rás2) Aksel V. Johannesen hevur verið til hvønn summarfestival síðani 2004

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Sasho Bjartsson hevði í beinleiðis summarfestivalssending á Rás2 við Aksel V. Johannesen, løgmann.

 

Hóast Cliff Richard ikki er yndistónleikurin hjá Aksel V. Johannesen, so heldur Aksel V. Johannesen, at 75 ára gamli enski sangarin stóð seg framúr væl, og gav áhoyrarunum eina minniliga konsert. Aksel V. Johannesen vónar at kunna verða líka væl fyri, tá hann sjálvur verður 75 ára gamal.

 

Hørðu tónarnir hjá bólkinum 200 forða ikki løgmanni at fara at lurta eftir punkbólkinum á midnátt. Av øðrum tingum, sum Aksel V. Johannesen ætlar at uppliva, er effodeildardysturin millum KÍ og Skála, sum byrjar klokkan 18. Ein dystur, sum Rás2 sigur frá.

 

Aksel V. Johannesen hevur lagt dent á at verða til hvønn summarfestival síðani 2004.