Akraborg og Varðborg lagdar

Tær avreiddu hósdagin og á Tvøroyri loysa ikki aftur. Roynt verður nú at selja tær og onkur fyrispurningur er uttanlands

Skipasøga

Nú er tynnist í tí gamla fiskiflotanum og nú syngja aftur tvey fiskiskip sín svanasong.
Tað hendi mikukvøldið, tá ið partrolararnir báðir, Akraborg og Varðborg, komu á Tvøroyri at avreiða.
Tí nú verða tær báðar lagdar og loysa ikki aftur. Samstundis er manningin søgd upp.
Bátarnir verða nú riggaðir av og síðani verða teir lagdir við bryggju norðanfyri.
Tummas Justinussen í Leirvík, sum er í felagnum ið eigur bátarnar, sigur, at ætlanin var ongantíð, at skipini skuldi verða verandi í flotanum.
? Tey skuldu úr flotanum undir øllum umstøðum næsta ár, tá ið nýggja Stjørnan og nýggja Polarhav koma.
Men nú er ymiskt at gera við Akraborg og Varðborg, eitt nú eftir kravi frá Skipasýninum.
? Harafturat er upsaprísurin farin í botn. Og tá ið vit hava hava roknað fyri og ímóti er úrslitið, at loysti seg heilt einfalt ikki at gera neyðugu ábøtur á tey fyri at hava tey siglandi í nakrar fáar mánaðir afturat.
Tummas Justinussen sigur, at roynt verður nú at selja Akraborg og Varðborg.
Onkrir fyrispurningar eru uttanlands, men onki ítøkiligt.
Vágbingar áttu bátarnar, men seldu teir til Rávuna í Sørvági fyri nøkrum fáum árum síðani við fiskiloyvum og øllum.
Men so keyptu Rávan gomlu Stjørnuna og Polarhav úr Lorvík og lorvíkingar fingu Akraborg og Varðborg í býti og soleiðis endaðu teir í Lorvík.
Men ætlanin var alla tíðina, at teir skuldu úr flotanum, tá ið nýggja Polarhav og stjørnan koma til landið næsta ár.
Eitt triðja skip, Brilliant, er longu farin úr flotanum fyri nýggju Polarhav og Stjørnuna og sostatt eru tríggir bátar farnir úr flotanum fyri teir nýggju bátarnar.
Manningin fylgdi við Akraborg Varðborg allan vegin, men tað hevur alla tíðina verið ætlanin, at teir, sum hava verið við Stjørnuni og Polarhav øll árini, skulu eisini umborð á teir nýggju bátarnar og tí er manningin á Akraborg og Varðborg søgd upp.
Sostatt er aftur eitt kapittul í føroyskari skipasøgu endað. Men hetta var eitt av teimum drúgvaru. Bæði skipini eru farin um tey 40 árini.
Akraborg er bygt í Brattvåg í Noregi í 1961, men hon varð umbygd á Skála í 1969 og longd í Skagen í 1982.
Varðborg er bygd í Tórshavn í 1963, men hon varð longd á somu skipasmiðju í 1968 og umbygd í Skagen í 1981. Hon nevndist fyrr Porkerisnes og Tummas T.
Hesin siðsti túrurin hjá parinumvar vánaligur, teir høvdu ikki meiri enn 700-800 kassar, nú teir avreiddu á Tvøroyri.