Fiskivinna
Í Sosialinum í gjár høvdu við samrøðu við reiðaran á Akrabergi, Anfinn Olsen, sum harmaðist um, at skipið noyddist at gevast í Irmingarhavinum, tí stríð er millum Føroyar og Grønland um kongafiskakvotuna.
- Sambært avtaluni, eiga vit 500 tons eftir í Irmingarhavinum, segði reiðarin avgjørdur.
Fýra møguleikar
Anfinn sigur, at nú trupulleikar um kvotuna hava stungið seg upp, hevur Akraberg fýra møguleikar.
Tann fyrsti av øllum er, segði reiðarin, at vón er í hangandi snøri. Við hesum sipaði hann til, at landsstýrið ikki hevur slept málinum um tey 500 tonsini aftrat, sum vit halda okkum hava rætt til at fiska í Irmingarhavinum.
- Vit hava annars fýra møguleikarnar við Akrabergi. Ein er, at skipið verður liggjandi, annar at keypa kvotu frá grønlendingum, sum sáttmálin gevur møguleikar til, triði er at fara undir annað flagg, og tann fjórði er at fara á onkra heilt aðra veiði.
Anfinn sigur, at skal reiðaríið keypa kvotu, kostar tað pengar, og tað skuldi ikki verið neyðugt, tá ið sáttmálin sigur, at kvota er eftir.
Hvørja aðra veiði, Akraberg kundi farið á, sigur Anfinn, at tað dugir hann ikki at siga í løtuni.
- Vit vilja helst hava skipið undir føroyskum flaggi, bæði tí tað kostar at fara undir annað flagg og tí, at skipið hevur jú sína manning. Undir øðrum flaggi, noyðist ein partur av verandi manning helst at vera í landi, sigur reiðarin.
Ljósafelli er í løtuni á kongafiskaveiði í Irmingarhavinum, og sum skilst, fiska teir av keyptari kvotu.
Akraberg var ikki í vinnu í tíðini frá 10. desember síðsta ár til út í mars mánaða í ár. Í hesum tíðarskeiði varð verksmiðjan nútímansgjørd í Íslandi og Føroyum.
- Síðan skipið fór til fiskiskap aftur, hevur gongdin verið á góðari leið, sigur reiðarin, Anfinn Olsen.
Fyribils liggur Akraberg í Reykjavík og bíðar eftir, hvat úrslit spyrst burtur úr toganini millum føroyskar og grønlendskar myndugleikar um kongafiskakvotuna.
Í Fiskimálastýrnum, sigur Jens Helgi Toftum, at hann dugir ongar viðmerkingar at gera til málið í løtuni.
Jørgen Niclasen, Kaj P. Mortensen og Eyðfinn Finsson eru í hesum døgum í Grønlandi.