Akraberg góðan túr

Verður væntandi á Fuglafirði 2. jóladag við umleið 900 tonsum

Eftir seks vikur í Barentshavinum siglir Akraberg heim við 900 tonsum

Fyri døgurða í gjár fór Akraberg at sigla heim. Teir rokna við at vera á Fuglafirði 2. jóladag.

Túrurin hevur bæði verið stuttur og góður. Akraberg fór avstað 17. november. Hann hevur roynt í russiskum sjógvi í Barentshavinum, og veiðan er 900 tons.