Eftir seks vikur í Barentshavinum sigla teir heim við 900 tonsum
Á middegi í gjár fór Akraberg at sigla heim. Teir rokna við at vera á Fuglafirði 2. jóladag.
Túrurin hevur bæði verið stuttur og góður. Akraberg fór avstað 17. November. Hann hevur roynt í russiskum sjógvi í Barentshavinum, og veiðan er 900 tons.










