Akraberg farin undir pólskt flagg

- Tað er heilt greitt, at tonsatalið, sum skuldi liggja til grunds fyri eykakvotu til Føroyar, snúði seg bert um føroyska og grønlendska veiði og ikki um veiðina hjá øðrum tjóðum, sum fiska av grønlendskari kvotu, sigur Anfinn Olsen, sum var við til at gera uppleggið til hendan partin av avtaluni millum Føroyar og Grønland.

Fiskivinna

Tá ið einki røktist fyri, at semja spurdist burtur úr toganini millum føroyskar og grønlendskar myndugleikar um kongafiskakvotuna í Irmingarhavinum, avgjørdi reiðaríið, sum eigur Akraberg, at lata skipið fara undir pólskt flagg.
Akraberg er nú í Irmingarhavinum og fiskar av pólskari kvotu.
Anfinn Olsen, reiðari, sigur, at fiskiskapurin hevur verið hampiligur, og hann roknar við, at skipið verður verandi í Irmingarhavinum í ein mánaða ella so.
- Men alt valdast veðurlagið, sum er ringt á leiðini, tá ið tað líður út. Roynt verður einar 200 fjórðingar úr Hvarvinum, og hetta er vánalig havleið til veður, tá ið veturin nærkast. Tað longsta, vit hava roynt á hesi leiðini, er nakað út oktober, sigur hann.
Við Akrabergi hendan túrin eru 29 mans. Ein póllendingur er við; tað er flaggskiparin. Skipari á Akrabergi er Eyðun á Bergi.
Kongafiskurin verður skráskorin umborð og seldur til Japans.
Tá ið Akraberg kemur aftur úr Irmingarhavinum, fer skipið í Barentshavið at royna.

Vónsvikin reiðari
- Seinast, eg frætti úr landsstýrinum, var kvotumálið ikki slept, men tað er greitt, at so hvørt tað líður út, gerst føroyska kvotan minni attraktiv.
Anfinn, sum sjálvur var við at gera uppleggið í avtaluni millum Føroyar og Grønland um tey 500 tonsini eyka, sigur, at í hansara verð er eingin ivi um, hvussu avtalan skuldi tulkast.
- Tað er heilt greitt, at tonsatalið, sum skuldi liggja til grunds fyri eykakvotu til Føroyar, snúði seg bert um føroyska og grønlendska veiði og ikki um veiðina hjá øðrum tjóðum, sum fiska av grønlendskari kvotu.
Hann er tí vónsvikin av, at grønlendskir myndugleikar hava tulkað avtaluna so misvísandi, at eingin eykakvota spurdist burtur úr til føroyingar.
- Tað er eingin ivi um, at embætismenninir, sum vóru við til at gera hendan partin av avtaluni, vóru greiðir yvir, hvat avtalan snúði seg um, sigur Anfinn Olsen, reiðari.