Akraberg eystureftir seinni í ár

Væntandi verður steðgurin hjá Akrabergi undir íslendskum flaggi ikki serliga langur, tí skipið eigur kvotu eftir eystanfyri, sum ætlanin er at fiska

Fiskivinna

Í hálvan annan mánaða ella so hevur trolarin, Akraberg, fiskað undir íslendskum flaggi, men væntandi er ikki, at tíðin undir øðrum flaggi verður serliga drúgv.
Á skrivstovuni hjá reiðarínum á Toftum, siga tey, at skipið, sum nú virkar flak undir Íslandi, væntandi fer eystureftir at royna, tá ið líður longur út á heystið.
- Skipið eigur føroyska kvotu eftir í Barentshavinum, og tá ið farið verður eystureftir, verður aftur siglt undir føroyskum flaggi, siga tey.

Høgaberg til eftirlit

Nótaskipið, Høgaberg, sum felag á Toftum eisini eigur, hevur seinastu dagarnar staðið á Tórshavnar Skipasmiðju til eftirlit, men sum skilst, verður eftirlitið liðugt í dag sum ein annan dag.
Skiparar á Høgabergi eru Jógvan Hentze í Syðrugøtu og Hans Jacob Petersen í Norðdepli.

Stapin við línufiski

Línuskipið, Stapin, landaði 67.000 pund á Toftum í gjár.
Tá ið vit frættu, høvdu tey á skrivstovuni ikki sæð avreiðingarseðilin, men slagið hjá línubátunum í summar hevur fyri tað mesta verið hýsa, longa og brosma.
Stapin var hendan túrin undir Føroyum.
Skipari á Stapanum er Brandur Højgaard, sum er ættaður úr Saltangará.