Akraberg eystanfyri

Seinasta mikudag fór Akraberg nýggjan túr eystureftir. Akraberg hevur júst verið í Danmark, har hann hevur verið í dok, og er vorðin sandblástur.

 

Seinasta mikudag fór Akraberg nýggjan túr eystureftir. Akraberg hevur júst verið í Danmark, har hann hevur verið í dok, og er vorðin sandblástur. Skipari á Akraberg er Eyðun á Bergi.Góð tíð er eystanfyri nú og tað ljóðar at føroysku trolararnir har á leiðini fáa fisk í løtuni. skrivar Norðlýsið í seinastu útgávuni.

Akraberg roynir eystanfyri ein part av árinum og hin partin roynir trolarin eftir kongafiski í Irmingarhavinum. Tá hann er á kongafiskaveiðu leggur hann veiðuna upp í Íslandi, tí siglingartíðina er styttri hagar.