Akraberg er liðugur við kvotuna

Akraberg kom úr Barentshavinum í morgun

Akraberg, sum hevur fiskað í Barentshavinum, kom í morgun sambært heimasíðuni jn.fo  við 700 tonsum, og harumframt hava teir eisini 350 tons av slógvi, og teir fara at landa í morgin.

Við hesum er Akraberg liðugur við kvotuna fyri í ár. Sambært jn.fo fór Akraberg til fiskiskap tann 27. oktober, og manningin taldi 24 mans við skiparanum Eyðn á Bergi á odda.

Reiðarin, Anfinn Olsen, sigur við jn.fo, at okkurt viðlíkahaldsarbeiðið skal fáast frá hondini, men teir rokna við at fara nýggjan túr áðrenn nýggjár.