Akraberg er á veg heim úr Barentshavinum eftir ein góðan túr eystanfyri. Teir rokna við at vera inni mánadagin. Akraberg hevur henda túrin roynt í 43 dagar í russiskum sjógvi. Samlaða veiðan er 1350 tons av skráskornum og frystum toski og hýsu.
-Vit landaðu 540 tons í Kirkenes í Norðurnoregi, og so fóru vit út aftur, sigur Eyðun á Bergi, skipari á Akrabergi.
Eftir vikuskiftið verða teir á Fuglafirði, har veiðan verður løgd upp.
Myndin er tikin millum jól og nýggjár, tá ið Akraberg legði veiðina frá síðsta túri upp í Fuglafirði, har skipið eigur heimstað.