Akkurát sum ætlað

Julian Johnsson var fegin um málið, sum var beinleiðis úrslit av venjingunum, men hann ásannaði, at føroysku leikararnir komu at renna ov nógv leygardagin

Leikaraprát

Glasgow: Fyri føroyingar var einki at ivast í, hvat hæddarpunktið í dystinum leygardagin var. Stútarin hjá Julian Johnsson sendi eina løtu Skotland í sjokkstøðu, og tó at teir seinni vunnu á hesum, so man tað vera løtan, sum stendur eftir fyri okkara viðkomandi.
Tá vit hittu Julian Johnsson á orðið um sjálvt málið, var hann skjótur at staðfesta, at talan var um eina støðu, sum liðið hevur roynt at vant.
- Vit hava roynt at fingið ein mann inn at órógva málverjan, og so skal Jákup smekka hornasparkið aftur til nærmaru stong. Tað riggaði eisini perfekt, og hjá mær var so bara at seta høvdið undir. Kanska átti málverjin hjá teimum sín part, men tað riggaði akkurát so, sum vit høvdu avrátt, sigur Julian, sum eisini leyp beina leið yvir móti Jákupi á Borg, tá bólturin hevði siglt í meskarnar.

Runnu ov nógv
Um sjálvan dystin helt Julian annars, at føroyska liðið kom at renna alt ov nógv uttan bólt.
- Keturnar hjá okkum hingu ikki nóg væl saman, og tí gjørdust rennibanarnir til tíðir dekan ov langir. Samstundis hevði hetta ta ávirkan, at vit ikki fingu okkara spæl at koyra, og tí vóru mest sum eingir steðgir. Megnar tú at halda bóltinum koyrandi, so fært tú eisini hinar at renna, men hesa ferð var tað næstan bara hinvegin.
- Tí haldi eg eisini, at vit vóru um at gerast dekan ov moyrir í seinna hálvleiki. Tað kostar nógv, tá spælið hjá okkum ikki koyrir, men hinvegin skal eingin leikari lastast fyri tað. Innsatsurin hjá hvørjum einstøkum var heilt í topp, og so mugu vit bara vóna, at vit fáa spælið at koyra betri næstu ferð.