- Akkurát sum ein dreymur

Nýggi Koltursbáturin var sjósettur mánadagin. Báturin er eitt dømi um eitt eina føroyska framleiðslu út frá einum føroyskum hugskoti.

Bygdamenning
Snorri Brend


Kvívík: Møguleikin fyri flutningi til og frá Koltri er nú vorðin munandi betri.

Mánadagin fingu bóndahjúnini Bjørn og Lükka Patursson handaðan ein serbygdan plastbát við eina samkomu á havnalagnum í Kvívík. Hesin báturin, sum fekk navnið Koltursbáturin verður hereftir álit teirra í sjóvegis sambandinum við umheimin.

Her er talan um ein plastbát sum er framleiddur í Føroyum. Umframt hetta megnar báturin at nøkta tann serstaka tørvin, sum bóndahjúnini hava fyri flutning av fólki, ferðafólki, farmi, kríatúrum og øðrum.
Og tað vóru eini sera fegin bóndahjún, sum tóku ímóti og royndarsigldu henda bátin av Bósa 20-slagnum á fyrsta sinni.

Ein dreymur
- Vit eiga fólkið at gera ein slíkan bát í Føroyum. Og vit eiga vitanina um slíkar bátar her á landi. Hví ikki nýta hesa, tá vit skuldu hava ein bát til okkara tørv?, sigur Bjørn.
Ikki sørt errin kundi hann á fyrsta sinni seta teir báðar 60 HK stóru páhangsmotornarnar í gongd, og fara á fyrsta stimitúrin út frá havnalagnum í Kvívík henda seinnapartin.

- Hesin báturin er akkurát sum ein dreymur. Hann liggur púra rættur í sjónum, eisini tá vit settu ferð á, staðfesti hann aftaná royndartúrin og jomfrútúrin við Koltursbátinum.

Báturini varð sjósettur í Kvívík, har hann hevur fingið bæði motorar og nautisku útgerðini frá p/f Stubbanum í Kvívík.
Síðani ber leiðin til Kolturs, har hann fer at verða ein umráðandi táttur í røktini av oynni.