Akkurát góðkent

Tá allar umstøðurnar eru íroknaðar, so er heildarmetignin av dystinum í Týsklandi, at avrikið er akkurát góðkent. Talan gjørdist ongantíð um eina endurtøku av dystinum í 2002, til tað vóru týskarnir alt ov sterkir

Tað er ringt at verða ónøgdur við eitt 3-0 tap móti eini so sterkari fótbóltstjóð sum Týsklandi. Liðið spælir spanskt-kendan fótbólt og tað hevur føroyska landsliðið søgu­ligt havt stórar trupulleikar av.
Kvika spælið og nógvu flytingar­nar gjørdu umstøður hjá okkara at fáa bóltin óvanliga torførar. Flestu metarnir hava verið brúktir at renna aftaná bóltinum, heldur enn við bóltinum. Spurningurin er um vit nakrantíð hava møtt eini sterk­ari fótbóltstjóð enn Týskland er í dag. Vit hava møtt Italia sum heimsmeistara, og Fraklandi sum vara­heimsmeistara, men hvørki tóktist verða sterkari enn Týskland er í dag.

Fyrri hálvleikur
Føroyska liðið kom ikki undir tað heilt stóra trýstið, men tað verður skjótt greitt, at okkara ikki koma at hava bóltin nógv. Bóltflytingarnar hjá týskarunum vóru nógvar, og renningarnar hjá teimum, sum ikki hava bóltin, eru neyvt trenaðar fyri at bróta upp verjuna hjá okkum.
Í miðverjuni varð ruddað væl vekk, men tað var ikki altíð sann­før­andi, tá okkara skulu antin skifta mann at dekka, ella fylgja renn­ing­inum.
Á miðvøllinum komu hvørki Hallur Hansson ella Froði Benjaminsen eins væl frá byrjan, sum vit kundu hugsað at teir gjørdu. Fróði megnaði ikki at seta seg ígjøgnum, men Hallur Hansson misti onkrar bóltar. Longur frammi gekk eitt sindur betri hjá Christiani Lamhauge Holst, sum megnaði at vinna eitt fríspark, sum gav gult kort til týska liðskiparan, Phillip Lahm.
Daniel Udsen megnaði fleiri ferð­ir ikki at fylgja sínum manni, tá týsk­arnir komu í gjøgnum í teirra vinstru síðu. Kom tó væl við móti endanum, tá hann millum annað vann okkum eitt hornaspark.
Símun Samuelsen hevði nakrar góðar renningar og mundi eina ella tvær ferðir blivi leysur móti mál­manninum.
Jóan Símun Edmundsson er ikki í dystarvenjing og tað sást á AWD Stadium í fyrra hálvleiki. Hann megnaði lítið og einki av tí, sum hann fyrr hevur víst, men ar­beiðs­umstøðunar vóru eisini sera torførar.

Seinni hálvleikur
Súni Olsen kom inn á hogra vong fyri Daniel Udsen, men kom ongan­tíð inn í dystin. Við støðuni 1-0, livir vónin um javnleikin altíð. Tað skal bara ein deyðbóltsstøða til, so er javnleikur. Tað var júst tað vit fingu, men løgdu ov nógv fyri.
Tað endaði við Mesut Özil aftaná sjey flytingar kundi leggja bólt­in í málið til 2-0. Tað tók luftina úr vónini og eitt sindur úr týska spæl­inum.
Eftir hetta kom ein maður sum Jóan Símun betri við og tað hjálpi upp á trýstið á verjuna hjá okkum.
Tað eydnaðist ongantíð at fáa tað besta burtur úr Súna Olsen, með­an Símun Samuelsen hevði onkra góða rennin á vinstra kanti.
Tað sást eisini í seinna hálvleiki, at orkan gjørdi um seg. Okkara munnu sjáldan hava runnið meiri eftir bóltinum enn teir gjørdu fríggja­kvøldið.
Alt í alt eitt akkurát góðkent av­rik, men vóru okkara eitt vet skarp­ari, so var munurin upp aftur minni.