Akkurát fyri hjá Kvívíkingi

8-MANNAFØR Avrikið hjá Argjabátinum boðaði frá, at tað tær næstu vikurnar eru vánir fyri spenningi

Kvívíkingur var aftur hesa ferð fyrstur á mál, og harvið eru kví­víking­ar favorittar at vinna FM heit­ið, sum teir ikki hava rokkið síð­ani í 2002.
Á Norðoyastevnu var sigurin vunnin við trimum sekundum ella einari bátslongd. Leygardagin var sigurin á væl teprari. Argjabáturin var 0.23 ella bara reingina aftanfyri Kvívíking. Ikki so langt frá málinum var fjar­støðan millum tveir teir fremstu bátarnar meiri enn ein báts­longd. Argja­báturin vísti frá­gera gott avrik í endaspurtinum. Men Kví­víkingur var fyrstur á mál, og so ber til at spyrja, hvussu tað hevði lagað seg, um Argjabáturin, sum ikki hevði nakað serligan start, var farin undir endaspurtin eitt sindur fyrr, ella um teinurin hevði verið eitt sindur longri.
Hesa ferð vann Kvívíkingur, og um avrikini hjá teimum báðum fremstu hesa ferð leggja upp til, at tað skal ganga øðrvísi næstu ferð, fæst at vita, tá ið 8-mannaførini fara at dystast á Skálafjørðinum leygar­dagin.
Eina løtu var Árnfirðingur klárt á odda. Men Árnfirðingur, sum ven­ur á Kollafirði, dragnaði og end­aði á fjórða plássi. Fríggj­arin megnaði í enda­spurtinum at taka Árnfirðingin.

Úrslit
1 Kvívíkingur 07:25.00
2 Argjabáturin 07:25.23
3 Fríggjarin 07:30.20
4 Árnfirðingur 07:31.00
5 Knørrur 07:38.01
6 Ørvur 07:40.08

Støðan
1 Kvívíkingur 14
2 Argjabáturin 12
3 Fríggjarin 9
4 Árnfirðingur 9
5 Knørrur 5
6 Ørvur 5