Akkurát fyri ein javnleik

Eftir framúrskarandi sigurin á Lettlandi, rakk avrikið hjá U21-landsliðnum leygardagin ikki til meira enn ein 1-1 javnleik ímóti Andorra, sum undan hesum dystinum hvørki hevði fingið mál ella stig. Men eftir stendur, at Føroyar í tveimum útidystum fingu fýra stig, sum er sera góð úrtøka

FÓTBÓLTUR

Vónirnar vóru góðar undan dystinum leygardagin á Estadi Comunal í andorianska høvuðsstaðnum, Andorra La Vella. Mótstøðuliðið hevði ikki havt tær stóru royndirnar og slett ikki havt nøkur líkinda úrslit í sínum dystum, og enn átti Andorra á at fáa so mikið sum eitt mál í einum av sínum dystum.
Fyri fyrstu ferð nakrantíð var okkara U21-landslið favorittur í einum undankappingardysti, tí okkara menn høvdu mikudagin flutt stigaúrtøkuna upp á sjey stig, eftir at teir í Riga gjørdu bart og vunnu 1-0 á Lettlandi, sum annars hevði ligið og lúrt uppá at sleppa upp í part frammi hjá Russlandi og Rumenia, sum nú eru lang á odda í bólkinum.
Um tað var drúgva ferðin úr Lettlandi, ið við tveimum flogferðum og einari langari bussferð tilsamans tók tað nógva av einum samdøgri, ella tað var møðin frá dystinum í Lettlandi, sum sat í kroppinum, ella tað var vánaligi vøllurin í Andorra, ið ikki gav møguleikar fyri góðum samanspæli, ella tað var okkurt heilt annað – í øllum førum riggaði tað bara ikki.

Vánaligur dystur
Gamaní, stríddust andoriansku spælararnir manniliga og gjørdu sítt ítarsta fyri at verja borg og vóna, at teir ímóti einari aðrari smátjóð í europeiskum høpi kundu fáa okkurt burturúr, men tað, sum nokk hevði størst ávirkan á vantandi føroyska úrslitið í dystinum, var sjálvt avrikið, sum bara ikki var nøktandi.
Dysturin var sum heild ikki serliga hendingarríkur ella áhugaverdur, og talan var heldur ikki um teir nógvu og stóru málmøguleikarnar. Liðini høvdu eini fimm ella seks skot upp á mál í part, sum tó øll vóru innan fyri málkarmin, men tá vórðu eisini tey tald við, ið málverjarnir næstan kundu tikið blundandi…
Føroysku spælararnir trivust slett ikki á vøllinum, sum var smalur og knortlutur, og serliga vantandi dygdin á grasinum gjørdi, at sum dystinum leið, var bólturin minni og minni spældur á miðvøllinum, men heldur lossaður úr einum enda í annan. Her bleiv meira sparkað enn spælt!

Væl spæld mál
Undantakið vóru tey bæði málini, og tá Føroyar løgdu seg á odda eftir spæl í góðan hálvan tíma, var tað ein langur solotúrur hjá Pól Jóhannusi Justinussen, ið legði lunnarnar. Í Estlandi var tað høgri bakkur, ið legði upp til málið, og hesa ferð var tað so vinstri bakkur, ið stormaði allan vegin fram ígjøgnum síðuna, samstundis sum hann slapp fram við einum fyri og øðrum eftir av andoriansku spælarunum.
Tá einir tríggir ella fýra vóru rundaðir, legði Pól Jóhannus bóltin hegnisliga inn í brotsteigin, har Jóan Símun Edmundsson enn eina ferð var á blettinum í rættari tíð og á røttum stað, og hann smekkaði bóltin flott í málið hjá Andorra, so Føroyar – eftir ætlan og vónum – vóru á odda 1-0.
Støðan helt sær líka til hálvleiks og eina løtu inn í seinna hálvleik, tá tað gjørdist David Madeira hjá vertunum, ið slapp at fara sín túr. Ein føroyskur bóltmissur frammarlaga á vøllinum var orsøkin til, at álopið kundi byrja, og Madeira slapp at reka allan vegin frameftir, uttan at nakar av føroyingunum fór í hann ella nóg avgjørdur royndi at steðga honum. Endin var, at andorianarin kom í góða skotstøðu og síðani smekkaði so væl til, at Jóan Pauli Dahl Jakobsen í føroyska málinum ongan møguleika hevði at verja fyri.

Svaraðu ikki aftur
Hetta kom ikki føroyska liðnum væl við, men hóast veruleikin nú var, at liðið stóð við einum stigi, var tað ikki nóg mikið til at fáa ein størri stríðsvilja ella eitt meira sannførandi avrik fram í okkara spælarum, ið annars fyrr í kappingini hava víst, at teir kunnu stríðast til síðsta blóðsdropa.
Avrikið var snøgt sagt ikki nóg gott, og eftir at tey bæði málini í dystinum vóru komin, var hvørki av liðunum heldur í nánd av at fáa eitt sigursgevandi 2-1 mál. Eitt gott føroyskt gjøgnumbrot var tó aftrat í dystinum, ið kundi givið mál, men áðrenn tað nakrantíð kom so langt, hevði dómarin bríkslað fyri onkrum, og so spurdist einki burturúr.
Hvønn týdning, úrslitið hevði fyri teir 22 á vøllinum, sást eisini týðuliga, tá dysturin endaði, tí meðan teir frá Andorra fegnaðust, sum høvdu teir vunnið, hingu føroyingarnir við høvdinum, sum høvdu teir tapt. Har var ikki ein einasti, ið upp á nakran sum helst máta helt orsøk vera til at fegnast um hetta stigið, tí tað var tríggjar ferðir so lítið, sum nøsin var sett upp eftir!

Samlaða avrikið
Eftir stendur tó, at føroyska U21-landsliðið hevur havt eina øgiliga góða EM-undankapping higartil, og burtur úr teimum sjey dystunum eru fingin átta stig, sum í løtuni geva okkum eitt fjórðapláss, tí nú er Moldova dottið afturum og hevur eitt stig minni enn Føroyar, men tó fyri bara fimm dystir. Andorra er framvegis aftast, men hevur so fingið sítt fyrsta stig.
Tá skuffilsið yvir dystin leygardagin hevur lagt seg, man lítið vera at ivast í, at spælararnir eisini síggja, at teir eru partur av einum kollektivi, ið er í ferð við at laga føroyskum fótbólti ein góðan varða, umframt at øll hava orsøk at frøast um, at gott er í væntu hjá A-landsliðnum í komandi árum.
Tveir dystir eru eftir at spæla í hesi EM-undankappingini, men teir verða ikki spældir fyrr enn seint næsta summar. Tá skulu Føroyar fyrst í august spæla á heimavølli ímóti Andorra og síðani á útivølli í september ímóti Moldova. Hetta eru tey bæði liðini, sum Føroyar hava fingið javnleik ímóti hesi kappingini.