Akkersketan holvdi ?Bourbon Dolphin?

Frágreiðingar frá teimum, sum sluppu livandi frá vanlukkuni, benda á, at akkersketan holvdi skipið. Í gjárkvøldið kom fram, at ?Bourbon Dolphin? holvdist, tá skipið var í ferð við at flyta eitt av akkerunum hjá boripallinum ?Transocean Rather?.

Kunningarstjórin í Det Norske Veritas, Tore Høifødt, sigur við norskar fjølmiðlar í dag, at akkersketan fór úr brunninum afturi á reyv á ?Bourbon Dalphin? og út í annað borðið, og at skipið tí holvdist.

Tað sigur hann seg hava fingið at vita frá monnum, sum sluppu livandi frá vanlukkuni.

Serfrøðingar siga við Aftenposten, at serligar trygdarskipanir eru, sum skulu forða fyri, at eitt skip holvist av slíkum ávum. Millum annað er tað so, at verður akkersketan føst, eigur hon at loysna frá skipinum av sær sjálvum.