Støðutalvan sigur, at B71 undan hesum umfarinum var á triðja plássi og harvið á plássi, sum við kappingarlok ber uppflyting í bestu deildina við sær, um bara annað av liðnum frammanfyri frammanundan er umboðað í bestu deildini.
Í kvøld átti B71 heimavøll ímóti teimum næstbestu hjá HB. Gestirnir fóru aftur um Skopungarfjørð við 2-1 sigri. Harvið tapti B71 fyri aðru ferð á rað, og henda gongdin ber við sær, at vánirnar at vinna uppflyting eru verri, enn tær hava verið.
Besta HB liðið fer ikki at spæla í landskappingini fyrr enn mikukvøldið. Tað bar við sær, at møguleiki var at hava fleiri, sum plaga at vera á listanum hjá besta liðnum, á liðnum í kvøld. Tað var týdningarmikið og vísti seg at vera avgerandi, nú HB vann 2-1 og við sigrinum lyfti seg upp um aftur niðurflytingarstrikuna.
Á HB liðnum vóru Jákup L. Thomsen og Dan í Soylu, sum av álvara eru við at koma seg aftur eftir skaðasteðg, og Ási Dam og Áki D. Samuelsen, sum báðir vóru á vøllinum síðstu løtuna í gjárkvøldið, tá ið HB setti punktum í Europa við 1-0 sigri ímóti Maccabi Haifa.
Í kvøld var Áki D. Samuelsen tvífaldur málskjútti. Hann legði HB á odda í tíðini, sum dómarin legði aftrat fyrra hálvleiki. Uppleggið átti Ási Dam.
B71 liðformaðurin og toppskjúttin Clayton Soares javnaði til 1-1 í 65. minutti. Uppleggið átti Bogi Hentze.
Fýra minuttir seinni skoraði HB 2-1 sigursmálið. Aftur var Áki D. Samuelsen málskjútti, og hesaferð var tað Jákup L. Thomsen, sum átti uppleggið.









