Áki og EHV Aue vóru fyri enn einum teprum tapi

Hetta eru tungir dagar hjá EHV Aue

Ígjár vóru Áki Egilsnes og liðfelagarnir í EHV Aue og vitjaðu Rostock á útivølli í dysti í aðru bundesligu í Týsklandi.

 

Áki og liðfelagarnir hava verið út fyri nógvum teprum ósigrum hetta kappingarárið, og dysturin ígjár gjørdist enn ein av hesum tepru tapunum. 

 

Rostock vann 35-34. Í steðginum var støðan javnleikur 17-17. Áki kom ikki á máltalvuna í dag. 

 

Aue liggur undir niðurflytingarstrikuni við átta stigum. Tó eru bara tvey stig upp til bjargingina.

 

18. desember spælir Aue á heimavølli móti Dormagen, ið liggur næstaftast við fimm stigum. Tá eigur at bera til at knógva ein hart tiltrongdan sigur heim.