Áki og Buha venja Neista-menn

Áki Mørk heldur fram sum venjari hjá Neistanum. Afturat sær hevur hann nú Blagoje Buha. Tað skrivar Neistin á heimasíðu felagsins.

Áki, sum er uppvaksin í Neistanum, spældi í nógv ár við besta mansliðnum, men áhaldandi trupulleikar við skaðum noyddu hann tó av vøllinum. Eftir onkur smávegis avloysaraskeið sum venjari tók hann í fjør við leiðsluni av besta liðnum, og nú hava partarnir gjørt avtalu um framhald av samstarvinum.

Afturat sær hevur Áki nú Blagoje Buha, sum verður spælandi hjálparvenjari. Buha kom upprunaliga til Føroya at spæla við Neistanum, men hann hevur eisini umboðað onnur feløg.