Fyrsti ársfjórðingur í ár royndist ikki so væl hjá stóru norsku fyritøkuni Aker Seafoods sum sama tíðarskeið í fjør.
Rokinskapurin vísir, at fyritøkan hevði 46 milliónir norskar krónur í avlopi fyri skatt ímóti 85 milliónum tríggjar teir fyrstu mánaðarnar í 2004. Umsetningurin minkaði eisini nógv. Í januar ársfjórðingi í fjør var hann 806 milliónir norskar krónur. Somu tíð í ár var talið 667 milliónir krónur. Yngve Myhre, aðalstjóri í Aker Seafoods, væntar betri rakstrartøl í framtíðini, bæði tá tað snýr seg um virkini á landi og skipini.
Ætlanin er, at Aker Seafoods skal skrásetast á norska virðisbrævamarknaðinum í hesum mánaðinum. Í tí sambandi skal felagið hava 100 milliónir norskar krónur í nýggjum innskotspeningi.










