Av virkseminum, sum norska stórfelagið eigur og rekur í Danmark, er verksmiðjan í Thyborøn nú stongd Meðan Aker Seafood hevur latið aftur verksmiðjuna í Thyborøn í Danmark, ætlar felagið sum skilst at varðveita virksemið í Hvide Sande.
Ein partur av framleiðsluni, sum Aker Seafood hevði í Thyborøn, verður ætlandi flutt til onnur virki, sum felagið hevur í Danmark.
Felagið sigur, at arbeiðsfólk, sum vóru á virkinum í Thyborøn, kunnu fáa arbeiði hjá felagnum í Grenå, um tey ynskja tað.
Tað var gamla danska felagið Thorfisk, sum upprunaliga átti virkini, ið norska stórfelagið keypti fyri nøkrum árum síðan.