Grindadrápini í næstsíðstu viku og nógvu handtøkurnar av Sea Shepherd limum seta sín dám á Føroya rætt í hesi viku. Bæði í dag og í morgin verða rættarfundir, har Sea Shepherd er annar av høvuðspørtunum í málinum.
Í morgun var tó eitt heldur øðrvísi mál á skránni í samband við grindadrápið í Sandagerði. Ákæruvaldið hevur nevniliga heitt á Kringvarp Føroyar, um at veita tveimum ráupptøkurnar frá grindadrápinum í Sandagerði, ið ein av teirra myndamonnum tók upp, og sum varð víst í Dag&Viku fríggjadagin 24. juni. Á upptøkunum sást eitt brot av handtøkuni av einum Sea Shepherd limi.
Sambært Lindu Hesselberg, ákæra, so ynskir ákæruvaldið at fáa hendur á upptøkunum, tí at talan er um eitt redigera brot, har man sær ein part av handtøkuni. Tískil metir ákæruvaldið, at tað á upptøkunum møguliga er meira tilfar, ið ákæruvaldið kann brúka til at fáa greiðu á hvat hendi á sandinum hetta kvøldi.
Heldur óvanligt, so eru ákæruvaldið og verjin hjá Sea Shepherd samd í hesum máli. Bæði ynskja at fáa fatur á ráupptøkunum, so prógv er fyri hvat hendi, tá Sea Shepherd limurin varð handtikin. Harumframt, hevur ákæruvaldið longu fingið til vega aðrar upptøkur frá fólkum, ið vóru á sandinum hetta kvøldið.
Kringvarpið noktaði at lata ákæruvaldinum upptøkurnar við tí grundgeving, at Kringvarpið ynskir at vera neutralt í forhold til statsvaldið.
Dómarin í Føroya rætti gav ákæruvaldinum viðhald, og sostatt skal Kringvarpið handa ákæruvaldinum upptøkurnar. Kringvarpið hevur kært málið til Eystara landsrætt.