Víkingur megnaði í gjárkvøldið sum fyrsta føroyska felag nakrantíð at spæla seg víðari í triðja umfar í europeiskari kapping. Umframt gleði í Víkinga leguni, so fegnast føroyski fótbóltsheimurin allur sum hann er um framúr Víkinga avrikið, sum eisini hevur vakt ans aðra staðni enn í Føroyum og í Noregi, har bløð og útvarp og sjónvarp halda lítið um, at Tromsø varð varpað úr europeisku kappingini av einum føroyskum liði.
Víkingarnir arbeiddu framúr og við stórum sjálvsáliti og hegni. Tað skerst tó ikki burtur, at talan var um lyklastøðu, tá ið Jonas Johansen, sum var fremsti maður á Tromsø liðnum, tríggjar minuttir undan steðginum varð rikin av vølli. Íslendski dómarin vísti honum reyða kortið, tá ið hann eftir nærdyst heglaði niður á lærið á Hans Jørgen Djurhuus, sum lá á vøllinum.
Nú ákærir Jonas Johansen Víkinga liðið fyri at spæla ljótt og at nýta triks, sum eru langt undir tí, sum er ásett í UEFA Leikum fagurt ásetingunum:
-Eg rakti hann á lærið, men hetta var sjálvandi ikki tilvitað. Eftir nærdyst, har hann royndi at toga meg niður, royndi eg at verða standandi, og tá var eg so óheppin at raka hann, men hetta var avgjørt ikki vil vilja, sigur Jonas Johansen í sjónvarpssamrøðu við nordlys.no. Hann vil kortini ikki siga, at útvísingin ikki var í lagi. Hann segði seg ikki hava sæð upptøkuna, tá ið samrøðan varð gjørd eina løtu eftir dystarlok í gjárkvøldið, men hann segði seg harmast vegna liðfelagarnar og felagið um, at hann ikki hevði hildið høvdið kalt.
Frá fyrsta bríksli var Jonas Johansen í samanbrestum við Víkinga miðverjarnar, Atla Gregersen, sum eftir dystin varð kosin dagsins maður, og Erling Jacobsen, sum eisini var sannur brandur.
Útvísti maðurin hevur ikki so nógv gott at siga um Víking og mótstøðumenninar:
-Vit vistu, at teir brúka ljót triks. Longu í Føroyum klíptu teir og slerdu teir okkum í ryggin, tá ið dómarin ikki sá, sigur Jonas Johansen.
Íslendski dómarin Gunnar Jarl Jónsson vísti stóran myndugleika, og hann var avgjørdur, tá ið hann vísti Tromsø spælaranum av vøllinum. Tað skúmaði ikki frítt í sambandi við ljótu støðuna, tá ið Hans Jørgen Djurhuus varð traðkaður niður á lærið. Men dómarin vísti øllum spælarunum burtur, áðrenn hann tók Jonas Johansen til síðis og róliga og siðuliga vísti honum reyða kortið.
Tveir Víkingaspælarar, innskiftu Philip Djordjevic og Heðin Hansen, sóu gula kortið í ávikavíst 70. og 78. minutti. Umframt beinleiðis reyða kortið vísti dómarin tveimum Tromsø spælarum gula kortið – Lars Gunnar Johnsen, sum ikki kom á vøllin eftir steðgin, í 21. minutti, og Remi Johansen í 80. minutti.
Tá ið Víkingur og Tromsø spældu á Svangaskarði hósdagin 17. juli, var Radu Petrescu úr Rumenia dómari. Hann hevði gula kortið tríggjar ferðir á lofti. Tveir víkingar – Hallur Hansson í 70. og Hans Jørgen Djurhuus í 81. minutti – sóu gult.
Einasti Tromsø spælarin, sum sá gult á Svangaskarði, var Jonas Johansen, sum sá gult í 42. minutti og varð útskiftur í 71. minutti. Tað vil siga, at hann sá gult í fyrra dystinum ein minutt seinni, enn hann í seinna dystinum sá beinleiðis reytt kort. Og nú ákærir hann Víkinga spælararnar at bera seg at langt undir tað, sum tað verður roknað við í Leikum fagurt ásetingunum!










