Fyrr í kvøld stóð greitt, at tann ákærdi í Marknalíð-málinum ikki verður dømdur fyri morð. Hinvegin er hann funnin sekur í serliga grovum harðskapi við deyða sum fylgi. Fyri at rýma frá neyðstøddum persóni og fyri ólógliga at vinna sær atgongd til bústaðin hjá øðrum.
Nevningarnir skulu nú taka støðu til revsingina, men áðrenn hetta verður gjørt, hava ákæri og verji ført fram, hvør revsing teir halda vera hóskandi.
Lesið eisini: Fríkendur fyri morð
Ákærin hevur ført fram, at hann metir eina revsing á seks ár vera hóskandi. Hann vísir á, at í málum av hesum slag er útgangsstøðið sjey ára fongsul. Hinvegin heldur ákærin, at talan kann vera um linnandi umstøður, tí ákærdi við røttum hevur verið uppøstur av atburðinum hjá deyða. Og tí ákærdi eisini var kroystur fíggjarliga, tí honum vantaði leiguinntøkur sínar.
Verjin, Jógvan Páll Lassen, førdi fram, at hann helt, at revsingin í mesta lagi kann verða eini fýra til fimm ár, harav ein partur skal gerast treytaður.
Jógvan Páll Lassen førdi millum annað fram, at talan er um eldri mann, sum ongan tíð áður hevur verið revsaður yvirhøvur. Hartil førdi verjin fram, at heilsustøðan hjá ákærda ikki er tann besta, og at hann tí ivaðist í, hvørja revsing 69 ára gamli maðurin tolir.
Eisini førdi Jógvan Páll Lassen fram, at ákærdi hevur verið útsettur fyri niðrandi atburði, og at hetta hevur verið viðvirkandi til, at málið endaði, sum tað gjørdi.
Dómurin frá nevningatinginum verður helst kunngjørdur seinni í kvøld, og vit fylgja sjálvandi málinum.










