Ákærin, Camilla Dahl, krevur tann yngra bróðurin dømdan í minst 17 mánaðir og tann eldra 16 mánaðir treytaleyst fongsul.
Føroya Rættur hevur í dag avgreitt málið móti ránsmonnunum í Húsagøtu tann 21. apríl í ár.
Umframt ránsmálið stóðu teir báðir ákærdir fyri tilsamans 10 forholdum av sviki og herverki.
Og meðan ákærin, Camilla Dahl, fann tey níggju forholdini prógvað, valdi hon at fráfalla 10. forholdinum.
Verjarnir, Óla Jàkup Kristoffersen fyri tann eldra, og Bjørn á Heygum fyri tann yngra bróðurin, vóru eyðvitað ikki samdir.
Bjørn á Heygum helt, at rán ikki var prógvað í forholdi eitt, og somu fatan hevði Óla Jákup Kristoffursen.
Teir mæltu tí báðir til munandi linari revsing ennákærin. Bjørn á Heygum mælti til 5-6 mánaðir revsing, um talan var um tjóvarí, og í mesta lagi 9 mánaðir, um talan var um rán. Óla Jákup Kristoffersen mælti til 8 mánaðir. Báðir mæltu til partvís treytaða revsing.
Av tí at dómarin skuldi á annan fund, fellur dómur ikki fyrr enn í morginárini.