Ákærin: Skiparin hevur tilvitað sloppið sær undan boðunum

Skiparin á John Paul DeJoria skuldi verið møttur í Føroya Rætti í dag, men hann er ikki møttur.

Sambært verjanum hevur hann ikki fingið boðini um at møta í rættinum.

 

Ákærin Katrin Thorsvig Hansen sigur, at skiparin hevur tilvitað sloppið sær undan boðunum.

 

Ein stuðul hjá Paul Watson er møttur í rættinum, men hann fær ikki stórvegis burturúr, tí rættarfundurin fer fram á føroyskum.