Ein lærari er í dag í Føroya Rætti ákærdur fyri kynsligan ágang móti einari gentu, sum hann hevur verið lærari hjá.
Ákæruritið fer heilt aftur til 2. desember 2008 við fyrstu ákæruni, sum tó ikki er farin fram á skúlanum.
Ákærdi skal í minsta lagi tvær ferðir hava nomið við gentuna, sum í desember 2008 var 12 ára gomul og minst einaferð hava roynt at fingið gentuna at nema við seg.
Les eisini: Lærari meldaður fyri kynsligan ágang ímóti næmingi
Verjin kravdi málið viðgjørt fyri afturlatnum hurðum, men hesum mótmælti ákærin.
Hann vísti á, at málið longu var alment kent, og hann sá onga orsøk til, hvørki til at lata hurðarnar aftur ella referatforboð.
Hetta fekk dómaran at taka seg aftur eina løtu, áðrenn hann gjørdi av, at málið skuldi førast fyri afturlatnum hurðum.