Ákærdur fyri at smugla rúsevni til Føroya

Heimskendi Kris Kristofferson er stendur at møta í Føroya Rætti mánadagin – ákærdur fyri at smugla rúsevni til Føroya

Mánadagin 14. august klokkan 11:15 verður ein serligur rættarfundur í Føroya Rætti. Tí tá er heimskendi sangarin og sjónleikarin, Kris Kristofferson, stevdur at møta í Føroya Rætt, ákærdur fyri at hava smuglað rúsevni til Føroya.

Greitt er ikki, hvørji rúsevni, talan er um – á rættarmáli eitur tað, at »Sagen drejer sig om: Euforiserende stoffer«.

Útvaprið visti at siga, at tað var, tá Kris Kristofferson var á vitja í fjør, at hann ehvur smuglað rúsevnini. Kris Kristofferson vitjaði  eisini í Føroyum í síðsta mánaði, tá luttók á G!Festivalinum. Tá fór vinningurin av konsertini til Føroya Barnaheim í Havn.

Kris Kristofferson er 81 ára gamal.