Ákærdir fyri kynsligan ágang ímóti døtrunum

Tríggir pápar eru nú ákærdir í Føroya Rætti fyri at hava misbrúkt døtur sínar kynsliga

Í hesum døgum standa tríggir pápar ákærdir í Føroya Rætti fyri at hava misbrúkt døtur sínar kynsliga.

 

Tann eini hevur fingið dóm. Hjá einum øðrum er rættarmálið ikki liðugt enn og hjá tí triðja er rættarmálið útsett, skrivar Sosialurin nú um vikuskiftið.

 

Í summum førum eru menninir ákædir fyri rættiliga umfatandi kynsligan ágang, sum hevur vart í fleiri ár, frá ið at døturnar vóru smágentur.

 

Tann eini pápin hevur játtað seg sekan og hann er dømdur at verða í sálarfrøðiligari viðgerð í óásetta tíð.

 

Ein annar pápi noktar seg blankt sekan í øllum ákærum og hann skilir einki av, at slíkar ákærur verða settar fram.

Hetta málið er niðurlagt og verður tikið upp aftur seinni, tí fleiri vitni skulu avhoyrast. 

 

Hjá tí triðja pápanum, sum er ákærdur fyri kynsligan ágang ímóti eini stjúkdóttir, er rættarmálið útsett til tað lá fyri hjá onkrum vitnum at møta í rættinum, skrivar Sosialurin.