Ákærdir fyri at hava dripið andstøðing

Fimm mans eru ákærdir fyri at hava beint fyri russiska andstøðupolitikaranum, Boris Nemtsov, í Moskva í februar í fjør.

Fimm mans eru ákærdir fyri at hava beint fyri russiska andstøðupolitikaranum, Boris Nemtsov, í Moskva í februar í fjør.

Tað upplýsir ein av verjunum hjá monnunum fyri russisku tíðindstovuni, Interfax.

- Ákærumyndugleikarnir vilja vera við, at morðið skal hava verið lagt til rættis longu fyrst í september í fyrraárið, sigur verjin, Sjamsudin Tsakajev.

Boris Nemtsov var skotin og dripin á opnari gøtu í russiska høvuðsstaðnum tann 27. februar, og stutt eftir handtók politiið tveir mans og seinni tríggjar aftrat, sum skuldu havt hjálpt hinum báðum við morðinum.