Sveisiskir myndugleikar hava í dag reist ákæru móti forsetanum í FIFA, Sepp Blatter. Forsetin verður sum so nógv aðrir toppar í felagsskapinum ákærdur fyri fíggjarsvik.
Norska blaðið VG skrivar, at ákæran er reist aftaná, at myndugleikarnir gjørdu húsarannsóknir í FIFA-høvuðsstøðini.
Millum tey, ið verða avhoyrd er UEFA-forsetin, Michel Platini, tí Blatter er undir illgruna fyri at ólógliga hava goldið honum tvær milliónir sveisisk frans. Tað upplýsir sveisiska ákæruvaldið í tíðindaskrivi.
Blatter er eisini undir illgruna fyri at hava gjørt eina avtalu í við Karibiska fótbóltssambandið í 2005, ið ikki var serliga góð fyri FIFA. Ríkisákærin metir, at Blatter í tí førinum virkaði móti áhugamálunum hjá FIFA og etiskum leiðreglum.
Sepp Blatter hevur frammanundan boða frá, at hann leggur frá sær sum forseti, aftaná at FIFA hevur verið undir nógvum ákoyringum fyri fíggjarsvik. Fleiri leiðandi persónar í felagsskapinum eru eisini síðstu mánaðirnir ákærdir fyri fíggjarsvik.










