Fróðskaparsetrið í Føroyum og Háskólu Íslands hava nú gjørt avtalu um akademiskt samstarv Í dag hava rektarin á Háskóla Islands, Kristín Ingólfsdóttir, og rektarin á Fróðskaparseturi Føroya, Jóan Pauli Joensen, undirskriva eina yvirskipaða avtalu um akademiskt samstarv á hægsta stigi stovnana millum tey komandi fimm árini.
Avtalan ber í sær samstarv um vísindaligt tilfeingi, vísindaligar bókmentir og vísindaligar upplýsingar og at skiftast kann um professarar og onnur í granskingar og undirvísingarligum vísindastørvum og starvsfólkum í universitetsfyrisitingini, frættist av setrinum.
Eisini er avtala gjørd um at studentar á báðum universitetunum skulu kunna lesa hjá hvørjum øðrum. Har umframt skulu universitetini bæði fara undir felags gransking og granskingarfyrireiking har ynski er um tað.
Henda samastarvavtala er fyrst og framst ein yvirskipaður karmur, sum ber í sær, at tað uttan størri hóvasták skulu gerast meira nágreiniligar avtalur millum deildir og lærugreinir. Tað verið seg innan læraraútbúgvingina, pedagogútbúgvingina og masterútbúgvingina í hesum lærugeinum. Tað sama er eisini galdandi fyri sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingarnar og hinar útbúgvingarnar á Fróðskaparsetrinum.










